Fótbóltur

- Stórur dentur verður lagdur á samanhaldið

23-ára gamli vágbingurin sigur, at málið hjá TB er at enda ovast av liðunum í niðaru hálvu av stigatalvuni. Hann setur orð á fyrireikingarnar, nýggju leikararnar, nýggja venjaran og egnan leiklut.

Dánjal Godtfred spældi allar dystirnar og allar minuttirnar fyri TB í Betrideildini í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Dánjal Godtfred spældi allar dystirnar og allar minuttirnar fyri TB í Betrideildini í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-03 10:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Komandi sunnudag, 8. mars, fer Betrideildin hjá monnum í gongd aftur. Í vikuni hava vit seinastu upptaktirnar á Portalinum, har vit tosa við eitt umboð frá hvørjum liðið og hava eitt yvirlit yvir hópin  

Í Trongisvági hevur aldursforsetin fyrireika seg væl til komandi kappingarárið. Talan verður um eitt ungt lið, har fýra danir, Ken Fagerberg og Ndende koma at vera nakrir av stuðulsleikarunum. Ein av suðuroyingunum, Dánjal Godtfred, verður eisini ein av teimum: 

- Fyrireikingarnar hava gingist væl. Stórur dentur hevur verið lagdur á samanhaldið, so at allir teir nýggju leikararnir í hópinum skjótt hava funnið seg til rættis. Venjarin er eisini nýggjur, so fyri at fáa nýggju spælskipanina uppá pláss áðrenn kappingin byrjar, hava vit verið noyddir at venja 7-9 ferðir um vikuna.

Dánjal Godtfred lýsir teir fýra nýggju leikararnir á hendan hátt:

 - Donsku leikararnir, ið eru komnir til felagið, eru komnir til Føroyar fyri at fáa dystarroyndir í bestu deildini, og teir koma uttan iva at styrkja nógv um liðið hjá okkum. Teir eru ógvuliga raskir og eru sjálvandi eisini við til, at breiddin í hópinum verður størri. Samstundis eru teir sera sosialir, so tað hevur verið lætt hjá teimum at fella til her.

Týsk-danski venjarin Micheal Winther er eisini nýggjur við Stóra:

- Venjarin gongur høgt uppí, at samanhaldið á liðnum er gott - ikki minst uttanfyri vøllin. Til venjing krevur hann nógv av okkum, og vit venja sum sagt ofta og hart. Venjarin hevur lagt stóran dent á, at venjingarumhvørvi er gott, so at spæligleðin kemur fram og vónandi smittar av niður í yngru deildirnar. Við hansara ætlanum fyri árið verður talan um eitt TB-lið, sum fer at royna at spæla álopskendan fótbólt ímóti øllum liðum.

Í fjør byrjaði TB kappingarárið heilt væl, men endaði á 8. plássi. Dánjal Godtfred sigur, at liðið skal royna at vinna seg nøkur pláss fram, og at Við Stóra framvegis skal vera borgin, men at fleiri stig eisini skulu vinnast á útivølli.  

Málið fyri 2020 er at koma uppá eitt 6. pláss. Heimavøllurin skal sjálvsagt vera staðið, har vit fáa flestu stigini, men vit vilja serliga betra um úrslitini á útivølli, ið ikki vóru nøktandi í fjør. Eisini fara vit at gera alt fyri at koma langt í steypakappingini.

Dánjal, ið fyllur 24 ár í komandi viku, spældi í fjør allar minuttirnar fyri TB í Betrideildini. Vágbingurin , ið kann spæla í bæði verjuni og á miðvøllinum, spældi við felagsliðnum í 2017 og 2018, og við 96 dystum  er hann ein mest royndu leikarunum í ársins TB-hópi:

-  Eg síggi meg sjálvan sum ein av “stamspælarunum” á liðnum. Liðið hjá okkum er ungt, so hóast eg ikki havi tær heilt stóru royndirnar, eri eg millum royndastu leikarar á liðnum, og vil eg tí vera ein av teimum, ið gongur undan tá á stendur. Samstundis vil eg gjarna vera ein fyrimynd fyri yngri leikararnir á liðnum.


Hópurin - Dagførdur 8. mai :

Málverjar:

John Jacobsen *

Frederik Mehder * (Danmark)

Bárður Dimon


Verjuleikarar:

Bartal Gram

Sebastian Kroner * (Danmark)

Rasmus Møller * (Danmark)

Poul Kjartan Signar Ingason

Aron Sørensen

Eirikur Magnusarson Ellendersen

Regin í Lágabø

Dánjal Godtfred


Miðvallarar: 


Rógvi Joensen

Ndende Adama Guéye (Senegal - kemur helst at spæla í miðverjuni eisini)

Hávar Albinus

John Villi Wøldike Leo

Nikolei Johannesen

Jens Erik Lünell Bruhn

Samudeen Musah (Ghana) *

Musah Armah (Ghana) *

Ári Thomassen

Jannik Dalfoss


Áleyparar: 

Andreas Midjord *

Oddmar Nybo Jespersen *

Mads Raben * (Danmark)

Ken Göran Fagerberg (Svøríki)


*Nýggur í hópinum

Venjari: Micheal L. Winter - komin til felagið í vetur

Les eisini: - Málið er sjálvandi at betra úrslitið frá í fjør

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder