Annað

Bridge: Birita og Símun endurvunnu FM fyri blandað pør

Leygardagin varð FM-kappingin fyri blandað pør spæld í Bridgehúsinum.

Símun og Birita vunnu FM fyri blandað pør leygardagin (Mynd: Føroya Bridgesamband)

Símun og Birita vunnu FM fyri blandað pør leygardagin (Mynd: Føroya Bridgesamband)

2026-11-15 14:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

FM-kappingin í Bridge fyri blandað pør varð spæld í Bridgehúsinum í Havn leygardagin 14. november, og vinnararnir gjørdust aftur Símun Lassaberg og Birita Clementsen.

10 pør luttóku í kappingini og spældu tilsamans 45 spøl - 3x15 spøl við tveimum stuttum kaffisteðgum, skrivar Føroya Bridgesamband.

Nummer tvey gjørdust Marnar Joensen og Maria Hansen, og á triðja plássi endaðu Dia Jacobsen og Arnleyg Mikkelsen.

Úrslitini síggjast her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder