Annað

13 ára gamla Randarsól var skjótari enn tey vaksnu

Randarsól og hesturin Spirit høvdu ikki bara skjótastu tíðina í tvíspor ung, tey høvdu eisini betri tíð enn øll tey vaksnu.

Mynd: Føroya Ríðingarfelag

Mynd: Føroya Ríðingarfelag

2018-07-01 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var kappríðing á flúgvarabedingini í Vágum. Kappingin skuldi vera seinasta leygardag men var útsett vegna veður. Breytin var tá hál og ikki nóg trygg at ríða á, orsakað av regninum. At útseta ríðingina vísti seg eisini at vera ein skilagóð avgerð, tí í gjár skein sólin.

Ein sum aftaná kappingina, skein um kapp við sólina, var 13 ára gamla Randarsól Heinesen úr Bø. Hon og hesturin hjá henni Spirit, ið kappast í bólkinum Tvíspor ung, gjørdi tað tað stóra bragd, at ikki bara hava skjótasti tíð í Tvíspor ung, tey høvdu eisini betri tíð enn øll tey vaksnu.

Unga bíggjargentan liggur greitt á odda í FM-kappingini hjá teimum ungu.

Hóast tey vaksnu ikki heilt kláraðu at kappast við Randarsól og Spirit, so var tað ein sera spennandi kapping.

Seinasti riðilin var millum Marengo við Regin Johannesen á baki, móti føroyameistaranum Svannu við Hans Paula Poulsen á baki. Svanna fekk munandi betri byrjan, men Marengo kom so sterkt aftur móti endanum, at hevði breytin  verið fimm metar longri, so hevði hann helst vunnið. Tað var bara ein hundradapartur av einum sekundi á muni. Svanna vann við tíðini 18,99 og Marengo gjørdist nummar tvey við tíðini 19,00.

Vinnarar í hinum flokkunum vóru hesi:

Skeið: Regin Johannesen og Gylling

Tølt: Bárður Johannessen og Syrpa

Trav: Marna Anthoniussen og Oscar

Tvíspor ll flokkur: Hervør Olsen og Fagra.

Allar tíðirnar síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder