Onnur sending av "7 móti 6" verður send úr Miðlon klokkan 17.15 í dag.
Har fer Sjúrður Hildarson Hoydal,vertur at tosa við Agnar Joensen, venjara og viðmerkjara, og so hoyra vit samrøður við landsliðsvenjara, umframt ein landsliðsspælara.
![]()
Agnar Joensen, her sum KÍF-venjari, er nú í venjaratoyminum hjá VÍF-kvinnum og er hondbóltsviðmerkjari (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tikið verður saman um teir báðar fyrstu EM-undandystirnar hjá manslandiðnum í Montenegro (javnleikur) og móti Kosovo (sigur).
Sí eisini: Eru í fínari EM-støðu eftir fyrstu dystirnar - HM-endasppælið er tað næsta á skránni
Síðani hyggja Sjúrður og Agnar nærri eftir EM-hópinum hjá kvinnum, sum varð úttikin í gjár, og vit hoyra frá Claus Mogensen, A-landsliðsvenjara.
VÍF-kvinnurnar vóðu slignar út úr European Cup í Slovakia um vikuskifti, og H71 og Neistin skulu royna seg næst komandi vikuskifti. Hetta verður vent seinast í sendingini.
Sendingin byrjar eftir tíðindini kl.17, so umleið 17.15.
Lurta eftir FM1 her ella á frekvensunum kring landið. Leinkja verður eisini á Portalinum, og til ber at lurta eftir sendingini har og á fm1.fo seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald