Fótbóltur

4000 dystir á rað

Tá Manchester United í gjár spældi 1-1 ímóti Everton, var tað dystur nummar 4000 á rað, har United hevði ein leikara í dystarhópinum, ið er uppaldur í felagnum.

18 ára gamli Mason Greenwood skoraði í gjár málið hjá Manchester United ímóti Everton (Mynd: EPA)

18 ára gamli Mason Greenwood skoraði í gjár málið hjá Manchester United ímóti Everton (Mynd: EPA)

2019-12-16 17:36 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Hóast Manchester United mangan hevur klárað seg betri enn teir gera júst í løtuni, so hevur felagið eina stolta siðvenju sum felagið hevur hildið fast við, nevniliga at seta ungar leikarar við.

Tá ið United í gjár spældi 1-1 móti Everton var tað dystur nummar 4000 á rað, har felagið hevði ein leikara sum er uppaldur í felagnum í dystarhópinum. Og søgan kundi neyvan vera betri skriva, tí tað var ein leikari sum er uppaldur í Manchester United sum skoraði málið hjá United, nevniliga átjan ára gamli Mason Greenwood.

Leikarar sum eru uppaldur í felagnum, hava havt ein týðandi leiklut á liðinum hjá Ole Gunnar Solskjær í ár, har teir standa fyri 35% av samlaðu leiktu minuttinum. Tað eru serliga teir leikrararnir sum eiga fast pláss á liðinum, so sum Marcus Rashford, Scott Mctominay og Jesse Lingard sum hava leikt teir minuttirnar, men eisini hava ikki færri enn tíggju leikarar fingið debut á liðinum í hesum kappingarárinum. Harafturat hevur egið tilfeingi antin skora ella lagt upp til 34 av 38 av málunum hjá United í ár. Í fjør setti felagið eisini met í Premier League, við flest málum skorað av leikarum sum eru uppaldir í felgnaum, tá 46% av málunum hjá United vóru skotin av egnum tilfeingi. 

Hendan røðin av dystum við egnum tilfeingi í dystarhópinum byrjaði í 1937, tá Tom Manley var í dystarhópinum. Síðan tá eru nógvir stórir leikarar uppaldir og hava spælt í felagnum, nevnast kunnu leikarar sum Bobby Charlton, George Best, Nobby Stiles, Norman Whiteside, Dennis Viollet, Clayton Blackmore, Mark Hughes og síðani “Class of 92” har leikarar sum Ryan Giggs, Paul Scholes, David Beckham og Neville brøðurnir umboðaðu felagið, meðan leikarar sum Marcus Rashford, Poul Pogba, Scott McTominay og Jesse Lingard føra siðvenjuna víðari í núverandi hópi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder