Kappróður

85 bátsmanningar rógva í Klaksvík seinnapartin

Og talan er um umboðan úr tjúgu ymiskum róðrarfeløgum, skrivar Norðlýsið. Fyrstu barnamanningarnar rógva klokkan 13.30, og 5 mannafør hjá dreingum leggja fyri klokkan 15 - sí alt yvirlitið her.

Norðoyastevna er, og spenningur er millum annað um Norðoya-uppgerðina hjá 10 mannaførunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Norðoyastevna er, og spenningur er millum annað um Norðoya-uppgerðina hjá 10 mannaførunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-03 12:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska summarið er byrja. Hetta bendir veðrið seinastu dagarnar á, og eisini tað at ársins fyrsta summarstevna er á skránni. Harvið er eisini fyrsti FM-róðurin 

Karl Johansen, borgarstjóri, hevur fyrrapartin sett Norðoyastevuna 2023, og seinnapartin er helst tað størsta og tað mest eyðkenda tiltakið á stevnuni á skránni.

Barnaróðurin hjá gentum er fyrsti róðurin. Hann byrjar eftir ætlan klokkan 13.30. Har eru tveir innleiðandi róðrar og síðani ein finala. So eiga dreingirnar tørn, áðrenn FM-finalurnar eru á skránni.

Fimm mannafør hjá dreingum leggja fyri klokkan 15. Størsti róðurin er tann hjá seks mannaførinum hjá monnum, sum er annar róðurin í røðini. Har eru ellivu bátsmanningar.

Har norðuri er serligur spenningur um 10-mannførini. Vestmenningur er við aftur í ár, men tað er tvídysturin millum føroyameistararnar á Klaksvíkingi og avbjóðarunum úr Norðdepli-Hvannasundi, sum sjóneykan serliga er á. Norðingur vann róðurin á heimasjógvinum hjá klaksvíkingunum í fjør, og hetta skal Klaksvíkingur í dag royna at løna aftur.

Til ber at síggja alla startrøðina her

Norðlýsið hevur gjørt nógv burturúr hesum róðrinum og hevur eisini gjørt yvirlit yvir, hvussu tey ymisku feløgini eru umboðaði á ársins fyrstu stevnu.

Havnar Róðrarfelag hevur flest manningar, 12, og vertirnir hava eina færri (11). Áhugavert er millum annað, at lutfalsliga unga Róðrarfelagið Tindur úr Eysturkommunu, hevur triðflest manningar (7).

Sambært veðurfrásøgnini verða róðrarlíkindini ógvuliga góð seinnapartin. Til ber at lurta og hyggja eftir FM-róðurinum í Kringvarpinum. Portalurin hevur myndir og yvirlit úr Klaksvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder