2026-11-18 19:30
Dystaskráin fyri Nations League hjá kvinnum er nú klár, og tað er greitt, at Føroyar byrja á útivølli móti Ísrael leygardagin 2. mars 2027.
Føroyar eru í bólki C3 saman við Ísrael, Norðurmakedónia og Andorra, og tilsamans seks dystir eru á skránni.
Føroysku kvinnurnar leggja fyri við tveimum útidystum – fyrst ímóti Ísrael 2. mars og síðani Norðurmakedónia 6. mars, skrivar Fótbóltssamband Føroya.
Dystarskráin
- 2. mars Ísrael – Føroyar
- 6. mars Norðurmakedónia – Føroyar
- 20. apríl Føroyar – Andorra
- 24. apríl Føroyar – Ísrael
- 11. juni Andorra – Føroyar
- 15. juni Føroyar – Norðurmakedónia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald