Nations League 2026-2027 er ikki liðugt enn, men okkurt landsliðsgjøgnumbrot kann staðfestast - millum annað hjá toppskjúttanum í teimum seks dystunum í september, oktober og november.
Føroysku málskjúttarnir í Nations League
Áki Samuelsen 3
Viljormur Davidsen 2 (1)
Petur Knudsen 1
Geza David Turi 1
Adrian Justinussen 1
Vit hava ikki eftirhugt allar málskjúttar og øll landsliðsárini, men tað man vera sjálvdan at ein spælari hevur fingið so mikið nógv mál fyrstu dystirnar.
Áki Samuelsen spældi við í Baltic Cup-venjingarkappingini í juni. Dystirnir móti Estlandi og Lettlandi vóru teir báðir fyrstu dystirnir hjá vonginum við uppruna í HB.
Mjällby-spælarin tók endaliga fetið frá U21-landsliðnum til A-landsliðið í september, og í samrøðu við Portalinum í gjár, vísti Áki Samuelsen sjálvur á, at hetta var rætta tíðspunktið at taka fetið.
Sí eisini:
Video: Málskjúttin tordi ikki at hyggja eftir endanum
![]()
Løtan eftir at Áki Samuelsen legði Føroyar á odda móti Moldova í gjár (Myndir: Sverri Egholm)
Myndir: Minniligi novembersigurin á Moldova
Umframt avgerandi málið móti Moldova mánadagin, skoraði Áki Samuelsen til 2-1 í Slovakia fríggjakvøldið - eisini eftir frálíkt uppspæl - og kviki og snildi vongurin skoraði fyrsta málið hjá Føroyum í kappingini: Eftir eitt korter móti Kasakstan tá bólturin fór upp undir nettakið á Tórsvølli.
![]()
![]()
Ein ovurfegin Áki Samuelsene eftir málið í Slovakia fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)
Harvið hevur ein av nýggjaru landsliðsspælarunum víst satt máltev, og hann legði eisini upp til málið hjá Adrian Justinussen móti Slovakia á Tórsvølli - Adrian átti uppleggið í gjár.
Áki Samuelsen gjørdi sum René Shaki Joensen í fyrstu Nations League-kappingini í 2018: Skoraði trý mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald