Fótbóltur

A-skeiðið nærkast próvtøkunum

Teir 12 luttakararnir á A-venjaraskeiðnum hjá FSF leggja nú seinastu hond á útbúgvingina, sum í oktober endar við próvtøkum.

(Mynd: www.FSF.fo / Pætur Smith Clementsen)

(Mynd: www.FSF.fo / Pætur Smith Clementsen)

2022-07-01 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Hetta hevur verið eitt mennandi skeið, við nógvum avbjóðingum og spennandi uppgávum. Men tað hevur gingið væl, og tað er hugaligt at vera komin her til, at nú er tað mestsum bara próvtøkan, ið er eftir, sigur Fróði Benjaminsen, ið er ein av teimum 12 luttakarunum, sum í løtuni er undir A-venjaraútbúgving.

A-venjaraútbúgvingin hjá Fótbóltssambandi Føroya tekur umleið hálvt annað ár, og farna mánadag og týsdag var síðsta modul á hesum skeiðnum á skránni, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Umframt at venja á heilum vølli, høvdu luttakararnir eisini eygleiðarauppgávur. Harafturat høvdu Margit og Tórmóður Stórá eina framløgu um leiðslu, og Páll Holm Johannesen tosaði um “venjaran og fjølmiðlar”.

Til venjingarnar, sum vóru á Ovara vølli í Gundadali og á Tórsvølli, luttóku uml. 80 U17- og U19-spælarar, so talan var um eitt stórt tiltak, ið vardi í tveir dagar, við nógvum venjingum og fakligum fótbóltspráti.

Nú mangla tey flestu bara próvtøkuuppgávuna, umframt onkra vitjan av vegleiðaranum, og væntandi verður farið undir próvtøkurnar í oktober.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder