Podgorica, Montenegro (Portalurin):- Hetta var ein stuttligur dystur at spæla. Tað "kann nakað", tá øll høllin er ímóti tær, og tað er so nógv trýst.
Elias Ellefsen á Skipagøtu heldur, at Føroyar stóðu væl ímóti hesum og kunnu vera nøgdir við eitt stig, tá samanum kom. Hóast tað avgjørt ikki var ætlanin áðrenn.
Sjálvur tók 24-ára gamli spælskiparin stóra ábyrgd. Hann var toppskjútti við átta málum, uppá níggju skot, hevði fimm upplegg og fór ígjøgnum fleiri ferðir móti endanum.
Hoyr samrøðuna við Elias á Skipagøtu, við ísi á skotøkslini og øðrum knænum, ovast
-------------------------------------------------
Undankapping til EM 2028, bólkur 4
2. umfar, sunnudagin 8. november
Montenegro - Føroyar 34-34 (18-17)
Toppskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 8 mál, Vilhelm Poulsen og Óli Mittún 7 mál
Støðan:
1. Ungarn 4 stig
2. Føroyar 3 stig
--------------------------
3. Montenegro 1 stig
4. Kosovo 0 stig *
* Bestu fýra trý'ararnir í undankappingini koma víðari til EM, umframt tvey tey ovastu
Føroyar spæla aftur 11. mars móti Ungarn við Tjarnir - tríggjar dagar seinni verður tað í Budapest. Áðrenn tað er HM-endaspæl á skránni
Sí eisini: Landsliðsvenjarin: - Vit prógva okkara dygdir við enn einum stigi á útivølli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald