Annað

Á veg á talvolympiadu

Olympiska talvkappingin í Budapest í Ungarn byrjar í morgin.

Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Helgi Dam Ziska fyri fráferð á flogvøllinum í Vágum í gjár. John Rødgaard ferðast úr Danmark, og Rógvi Egilstoft úr Spania

Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Helgi Dam Ziska fyri fráferð á flogvøllinum í Vágum í gjár. John Rødgaard ferðast úr Danmark, og Rógvi Egilstoft úr Spania

2024-09-10 08:31 Author image
Innsent
placeholder

Í gjár byrjaði ferðin hjá føroyska talvlandsliðnum til Budapest í Ungarn, sum í næstum fer at hýsa størstu olympisku talvleikunum nakrantíð.

Ikki færri enn 197 lond hava boðað frá luttøku í kappingini. Hetta er nýtt luttøkumet. Á seinastu talvolympiaduni í Chennai í India í 2022 vóru í alt 188 lond við, og tað var met. Í alt eru 203 lond limir í altjóða talvsambandinum FIDE. Føroyar eru styrkismettar nummar 66 av teimum 197 londunum. 

Føroyska landsliðið er væl mannað. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er við aftur eftir at hann í fjør gav avboð til stóru EM-stevnuna og kappingina fyri smátjóðir í Evropa. 

Føroyska OL-liðið er helst hitt sterkasta, ið setast kann. Manningin er henda:

1 GM Helgi Dam Ziska 2553
2 Høgni Egilstoft Nielsen 2379
3 Rógvi Egilstoft 2278
4 Luitjen Akselsson Apol 2219
5 IM John Rødgaard 2273

Føroyar hava miðalratingstyrkitalið 2371.

Við FM-sigrinum á páskum tryggjaði Luitjen Akselsson Apol sær sætið á OL-landsliðnum. Martin Poulsen gjørdist tí júst ov stuttur. John Arni Nilssen, sum er altjóða meistari, er ikki úttikin, tí hann hevur telvað so lítið seinnu árini.

Føroyska landsliðið hevur havt útlendskan venjara í fyrireikingunum til OL. Venjingarnar eru farnar fram umvegis  netið, tí føroysku telvararnir búgva í ymsum londum. Helgi, Høgni og Luitjen búgva í Føroyum, John Rødgaard býr nú aftur í Danmark, og Rógvi Egilstoft búleikast í løtuni í Spania.

Sterk siðvenja

Tað er ungarski høvuðsstaðurin Budapest, ið hýsir hesari risastóru talvstevnuni. 

Ungarn er rættiligt talvland. Eitt skifti seint í 70-árunum og fyrst í 80-unum var Ungarn einasta land, sum stóð Sovjetsamveldinum kurl á talvolympiadum. Og í 1978 koppaðu teir umsíðir Sovjett av trónuni. Portisch, Ribli, Sax, Adorjan, Csom og Vadasz útintu søguliga bragdið. 

Besti telvarin í Ungarn í drúgt áramál var Lajos Portisch. Í 60-unum mundu amerikanarin Bobby Fischer, danin Bent Larsen og Portisch vera teir einastu, sum vóru mentir at kappast við sovjetisku oddamenninar. Portisch er framvegis á lívi, hann er nú 87 ár, men telvar rímiligt ikki longur.

Ungarn hevur eisini fostrað sterku Polgar-systrarnar. Judith Polgar er sterkasta kvinna í talvi nakrantíð, og hin einasta, sum taldist millum allarbestu telvarar í heiminum.

Byrja mikudagin

Talvolympiadan byrjar mikudagin. Tá er fyrsti dysturin á skránni. Umførini eru í alt ellivu. Telvað verður hvønn dag til og við sætta umfar. So er ein frídagur, eftir tað verður telvað dag um dag til liðugt er hin 22 september.

Dystirnir byrja klokkan 14 okkara tíð. Leikirnir á øllum borðum verða varpaðir beinleiðis á netinum. Tað fer tí at liggja væl fyri at fylgja við føroyska landsliðnum á olympiaduni - leik fyri leik, dag um dag.

USA er styrkismett nummar eitt. Tað høvdu teir eisini verið um Russland var við, men Russland er framvegis útihýst úr talvolympisku leikunum vegna kríggið í Ukraina.

Noreg er styrkismett nummar seks. Á fyrsta borði hjá Noregi situr heimsins besti telvari - Magnus Carlsen. Danmark er styrkismett nummar 30, Svøríki nummar 40, Ísland nummar 46 og Finnland nummar 55 - ellivu pláss fremri enn Føroyar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder