Fótbóltur

U19: Føroyar vunnu trygt á Andorra - spæla bólkafinalu mánadagin

Kára Sigurðsson gjørdi hattrikk, Halla Ejdesgaard skoraði eitt mál, og tað endaði 4-1 á Tórsvølli. Ein sigur móti Ukraina í síðsta umfari sendir Føroyar víðari í EM-undankappingini.

Føroyskur fagnaður eftir trý-máls sigurin og trý stigini í dag (Skíggjamynd: Televarpið)

Føroyskur fagnaður eftir trý-máls sigurin og trý stigini í dag (Skíggjamynd: Televarpið)

2026-11-27 17:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U19-kvinnurnar eru framvegids ósigraðir í undankappingarbólki B4, sum í hesum døgum er í Føroyum.

Týsdagin endaði tað 2-2 móti Litava, og í dag vunnu Føroyar greitt móti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum.

Føroysku kvinnurnar settu seg skjótt á spælið ímóti Andorra, og tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn hol kom á. Og so gekk skjótt at í roynd og veru avgera dystin.

Kára Sigurðsson skoraði tríggjar ferðir innan seinasta korterið í 1. hálvleiki: Fyrst eftir gott spæl og góða renning, síðani við beinraknum langskoti og til seinast við brotssparki.

Í 53. minutti økti liðformaðurin Halla Morgan Ejdesgaard, tá føroyski liðskiparin úr Fortuna Hjørring økti til 4-0. Andorra minkaði um munin, men trý stig og møguliga týðandi +3 í málúrttøku til Føroyar.

Liðini og meira um dystin á Tórsvølli síggjast her

Hetta merkir, at bólkafinala verður millum Føroyar og Ukraina á Tórsvølli mánadagin 30. november klokkan 15.

Ukraina vann í dag 1-0 á Litava og hevur seks stig og +3 í málúrttøku eftir tveir dystir. Harvið kann Ukraina standa seg við javnleiki - Føroyar skulu vinna fyri at vinna bólkin og flyta upp til A-undankappingina í vár.

Dystarskráin
1. umfar, týsdagin 24. november:
Ukraina – Andorra 2-0
Litava – Føroyar 2-2

Sí eisini: Sara bjargaði Føroyum stig í evstu løtu

2. umfar, í dag fríggjadagin 27. november
Ukraina – Litava 1-0
Føroyar – Andorra 4-1

3. umfar, mánadagin 30. november
Føroyar – Ukraina (15:00 / Tórsvøllur)
Andorra – Litava (15:00 / Svangaskarð)

Bólkavinnarin flytur upp í A-undankappingina, sum verður í mars

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder