Fótbóltur

AB setur danskan venjara

Hann verður ikki við til dystin móti B68 í kvøld, men 1. juli byrjar Henrik Larsen sum høvuðsvenjari hjá AB.

2022-06-24 11:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast onga fasta venjaraloysn í eina tíð, hevur tað eydnast argjamonnum at skava eina rúgvu av stigum saman seinastu umførini, men nú er venjari settur á Argjum.

Talan er um danan Henrik Larsen, sum skal standa á odda fyri besta liðnum hjá AB. Tað váttar Marius Thomassen, formaður hjá Argja Bóltfelag fyri Portalinum.

Hann byrjar í starvinum 1. juli, og verður tískil ikki við til avgerandi dystin móti B68 í kvøld. Sáttmálin við danan er galdandi til og við kappingarárið 2023.

- Vit eru ordiliga spent uppá hann. Henrik hevur nógvar royndir og passar væl til sinnalagið hjá okkum á Argjum. Hetta er ikki nakar “Premier League spælari”, sum kemur tí hann hevur eitt kent navn. Hann arbeiðir hart og fer at vera virkin í felagnum, sigur formaðurin.

Marius Thomassen sigur, at umframt at vera høvuðsvenjari hjá besta liðnum, fer hann eisini at arbeiða við yngru liðum. Hann fer at vera við í menningini av teimum elstu ungu leikarunum og fyrireika tey til vaksnamannafótbólt.

Liggja væl fyri í deildini
AB hevur at kalla bjargað sær í deildini, og liggur á sætta plássið 16 stigum eftir trettan umfar. Í kvøld er avgerandi dystur á skránni tá B68 er á vitjan.

Argjamenn hava heimavøll, men Inni í Vika á Argjum verður vøllurin skiftur, og tað er ikki dystarklárt enn. Tí er dysturin fluttur í Gundadal, og verður leiktur á Ovara vølli klokkan 18 í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder