Astana, Kasakstan (Portalurin): - Vit skulu hava trý stig, um hetta landsliðsvindeygað veruliga skal vera væleydnað.
Hetta er boðskapurin hjá venjara og spælara, sum vit tosaðu við í gjár í sambandi við almennu venjingina á stóra leikvøllinum í Astana.
Sí eisini:
Eyðun Klakstein: - Skulu vinna í morgin fyri veruliga at vera nøgdir við hesar vikurnar
Poul Kallsberg: - Vit skulu hava trý stig í morgin
Samuel Chukwudi sær bjart upp á dystin móti Kasakstan
Venjingin var nakað seinkað, men føroyingar fingu fyrireikað seg.
Roknað verður við umleið 10.000 áskoðarum á leikvøllinum, har pláss er fyri eini 30.000. Talan er um graslíki, og takið verður á í kuldanum í kasakiska høvuðsstaðnum, har dysturin byrjar um kvøldið lokala tíð.
Myndir: Seinkað føroysk venjing á stóra leikvøllinum í fjarskotna landinum
Portalurin og FM1 vera til staðar á Astana Arena. Vit hava beinleiðis blogg upp til og undir dystinum á Portalinum, har vit dagføra við teksti, myndum og grafikki (livescore). Á FM1 er upptakt frá klokkan 14 føroyska tíð, og Rúni á Reynatrøð sigur frá dystinum.
Lurta eftir FM1 her - ljóð og videosamrøður, umframt samanumtøka aftaná
------
Nations League deild C, bólkur 3
Støðan eftir trý umfør:
1. Slovakia 7 stig
2. Moldova 4 stig
---------------------
3. Føroyar 3 stig
----------------------
4. Kasakstan 1 stig
Í dag, týsdagin 6. oktober
15.00: Kasakstan - Føroyar
19.45: Moldova - Slovakia
Video: Heimligar umstøður hjá klaksvíkinginum í Kasakstan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald