Astana, Kasakstan (Portalurin): Fýra dystir seinastu ellivu dagarnar, ferðing í yvir 10.000 kilometrar samanlagt og fýra javnleikir.
Føroyska manslandsliðið hevur á mangan hátt havt eitt serligt landsliðsvindeygað, og tað endaði eisini á serstakan hátt her í Miðasia. Føroyar burdu havt trý stig við sær - í uppaftur størri mun enn í undanfarnu dystum - men eitt reytt kort broytti alt.
Føroyar vóru í dreymalandi, tá Geza David Turi skoraði eitt dreymamál í 63' minutti. Føðingardagsbarnið hevði verið sannførandi á sentrala miðvøllinum, og nú 25-ára gamli Grimsby-spælarin sendi bóltin heilt upp í longra máhornið á líknandi hátt sum herfyri fyri felagið. Tað var tó nakað tættari málinum enn málið móti Bristol Rovers, men framvegis eitt av flottaru landsliðsmálunum.
![]()
Geza David Turi og Martin Agnarsson kundu stórfegnast eftir suverena málið - tíverri spældi Martin ikki leingi afturat (Mynd: Sverri Egholm)
Leiðslumálið hjá Føroyum miðskeiðis í fyrra hálvleiki var eisini gott. Jóannes Bjartalíð var eyðsýndur í heimligu umstøðunum og legði væl innfyri, tá hann slapp at skjóta hornaspark úr høgru síðu. Her fann hann Petur Knudsen, sum leyp væl uppfrá og legði Føroyar á odda við triðja landsliðsmáli sínum - øðrum móti Kasakstan innan eitt ár og tí fyrsta í kappingardysti.
Petur Knudsen kom til tríggjar aðrar góðar møguleikar, Heini Vatndal stútaði á yvirleggjaran, Martin Agnarsson skeyt á stongina, og Føroyar høvdu fleiri góðar støður. Eftir eina heldur skinkluta byrjan uppá dystin, settu Føroyar seg skjótt á tað og til og beint eftir 2-0 málið, høvdu føroyingar so at siga fult tamarhald mitt í Asia.
Tað var á veg ímóti einum av heilt flottu útiavrikunum, men í 65. minutti tapti Martin Agnarsson ein nærdyst, tók í mótstøðumannin og fekk gult kort. Hetta hendi eisini tólv minuttir áðrenn, og serliga tí var hetta eitt ógvuliga býtt fríspark.
Kasakstan vórðu bjóðaðir inn í dystin og tóku av. Tveir minuttir eftir reyða kortið, fingu føroyingar ikki rudda nógv langt. 1-2 og heimaliðið við fjepparum fingu meira vón. Føroyingar vórðu kroystir, so at siga bara í verjustøðu, og eftir 75 minuttir varð pláss til innlegg í føroysku høgru síðu. Onkursvegna dekkaði eingin Nuraly Alip upp, Mattias Lamhauge kom ógvuliga illa út úr málinum, sum var tómt at stúta í.
![]()
Kasakstan gjørdi skjótt av, eftir at Martin Agnarsson fekk reytt kort (Mynd: Sverri Egholm)
So skjótt kann tað ganga, og so skjótt kann man vera revsaður á altjóða stigi. Eisini í Kasakstan, har Føroyar annars í løtuni vóru nógv betri enn heimaliðið. Eftir at heimaliðið fekk reytt kort, ógvuslig takkling móti Mattiasi Hellisdal sum kom væl inn, vóru Føroyar eisini nærri við at avgerða.
Men aftur javnleikur. Hesaferð 2-2 og ein øðrvísi kensla. Um moldovar ikki fáa stig móti Slovakia, fara føroyingar inn í november-vindeygað á 2. plássi í bólkinum - sum er málið.
Nations League deild C, bólkur 3
Støðan eftir trý umfør:
1. Slovakia 7 stig *
----------------------
2. Føroyar 4 stig
---------------------
3. Moldova 4 stig *
4. Kasakstan 2 stig
* Ein dyst færri
Í dag, týsdagin 6. oktober
Kasakstan - Føroyar 2-2 (0-1)
23' Petur Knudsen (Jóannes Bjartalíð) 0-1
63' Geza David Turi 0-2
68' Sergei Malyy 1-2
76' Nuraly Alip 2-2
Reyð kort:
Martin Agnarsson (65') - seinna gula
Sergei Malyy (85') - beinleiðis reytt kort
19.45: Moldova - Slovakia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald