Føroysku fótbóltsmenninir gjørdu sítt móti Moldova í gjár og tryggjaðu á fyrsta sinni Føroyum røkkstøkkdystir um at koma upp í næsthægstu deildina í Nations League.
Sí eisini: Megnaravrik móti Moldova rakk til røkkstøkkdystir í mars
Nú bíðar man eftir at fáa greiðu á, hvørjum Føroyar skulu spæla teir báðar røkkstøkkdystirnar ímóti síðst í mars 2027.
Mótstøðuliði verður eitt av teimum, sum endar aftast í sínum bólki í B-deildini nú.
Bólkur 1 er liðugur, og har endaði Norðurmakedónia aftast uttan at fáa nakað stig. Hetta hevði verið eitt á pappírinum gott mótstøðulið hjá Føroyum at fáa; eitt nakað veikari lið enn Slovakia til dømis.
Í kvøld verður avgjørt, hvørji hini trý liðini vera í pottinum fríggjadagin, tá lutkastið verður.
Bólkur 1:
Norðurmakedónia - endaðir aftast við ongum stigi
Bólkur 2:
Ukraina - Georgia
Her liggur stríðið millum Ukraina og Georgia, sum spæla í Slovakia. Georgia er tvey stig aftanfyri í løtuni og skal harvið vinna fyri at yvirhála. Ukrainar standa seg við javnleiki.
Bólkur 3:
Ísrael - Eysturríki
Írland - Kosovo
Ísrael er aftast við trimum stigum og skal vinna á oddaliðnum fyri at yvirhála Ísrael og Kosovo, sum hava ávikavist 5 og 3 stig.
Bólkur 4:
Bosnia - Rumenia
Pólland- Svøríki
Pólland hevur fýra stig og Rumenia trý stig, og stríðið stendur millum hesi í kvøld.
Lutakast verður fríggjadagin 20. november klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald