Annað

Føroyar til Northern Europeans 2026

Fimleikarnir stóðu seg væl til stóru altjóða kappingina í Aalborg, hóast tað ikki rakk til finalupláss.

2026-11-17 14:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um vikuskifti vóru níggju av okkara dugnaligu fimleikarum í Aalborg og umboðaðu føroyska landsliði í amboðsfimleiki til stóru altjóða fimleikakappingini Northern Europeans 2026.

Øll stóðu seg avbera væl, hóast eingin rakk til eitt finalupláss.

Tó vann Oddvør Alberta Kimsdóttir vann sær eitt reservapláss til finaluna í lopi, og Bjarki Johannesen vann eitt reservapláss til finaluna á paralell barr.

Við á landsliðnum vóru:

Oddvør Alberta Kimsdóttir frá HF

Anna Sofía Højsted frá HF

Mia Højgaard frá HF

Ási Yan Arnoldson (Støkk)

Bjarki Johannessen frá HF

Bjarki í Jákupsstovu (Støkk)

Bjarti Skylv Hansen (HF)

Hjálmar A. Dalsgarð (AIG)

Rókur Sumberg Vestergaard (HF)

Fimleikasamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder