placeholder
Kappróður

Ár og bekk frá klokkan 15: FM-vinnarar vitja FM1-rásarúmið

Petur Asbjørn Lervig og Jan Herman Hansen taka í tveir tímar samanum róðrarárið við rógvarum, sum hava fingið nakað av gulli og gleimi.

Dreingirnir á Fìpuni Føgru (Mynd: Jens Kr. Vang)

Dreingirnir á Fìpuni Føgru (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-31 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Siðbundna kappróðrarárið endaði á ólavsøku, og síðani kundu kappróðrarfólk taka sær av løttum eina løtu.

Myndir;: Ólavsøkuróðurin 2026

FM-vinnarar eru funnir, og í seinastu Ár og bekk-sendingini í ár, verður tikið samanum árið - hetta í stóran mun saman við vinnarunum.

Umboð fyri tær flestu bátsmanningarnar, sum nú eru føroyameistarar, vitja, og tað ger formaðurin í Róðrarsambandi Føroya eisini. Petur Hansen fer millum annað at avdúka nakrar tilnevndinar til róðrarveitsluna í morgin.

Petur Asbjørn Lervig, vertur, og Jan Herman Hansen, viðvertur og serførðingur, fara at seta orð á og at práta við rógvarar í eini longdari útgávu av "Ár og bekk".

Sendingin er á FM1 frá klokkan 15 til 17.

Lurta her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder