Hondbóltur

Mittún: Tað gekk øðiliga væl í dag - ikki bara hjá mær

Liðið spælir 45 øðiliga flottar minuttir, og sigurin burdi verið størri, staðfestir Óli Mittún. Dagsins maður slær fast, at føroyingar av álvara skulu vera til reiðar í Montenegro sunnudagin - har er nakað at løna aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-04 21:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ein fantastiskur dystur. Vit hava eitt sindur lættari at koma framvið móti hesum stóru spælarunum av Balkan, og serliga fyrstu 45 minuttirnir eru øðiliga góðir.

Tað sigur Óli Mittún, ið ikki vil tosa so nógv um egna flotta avrik - heldur rósar toppskjúttin og dagsins spælari hinum.

Les eisini: Føroyar flúgvandi frá byrjan í royndini at røkka enn einum endaspæli

Tó staðfestir GOG-profilurin, at Føroyar burdu og kundi vunnið meira. Man skal gera sær uppaftur størri ómak í Montenegro sunnudagin, har Mittún ikki væntar at fáa nógv bara givið - og okkurt er at løna aftur hjá Føroyum eftir óprofessionella avrikið hjá Montenegro móti Sveis í seinasta EM-bólkaspælsdystinum í Oslo í januar.

Hoyr alla samrøðuna ovast

[object Object]Kosovo hevði risa trupulleikar við at steðga Óla Mittún - tað eydnaðist í roynd og veru ongantíð veurliga (Myndir: Sverri Egholm)

Undankapping til EM 2028
1. umfar - mikudagin 4. november
Føroyar - Kosovo 37-30 (20-13)

Toppskjútti og dagsins spælari: Óli Mittún 8 mál (8 skot) + 8 upplegg

Sí fleiri hagtøl her

Føroyar eru í løtuni á odda í bólkinum. Ungarn og Montenegro spæla í 1. umfari í Ungarn hóskvøldið. Føroyar spæla í Montenegro sunnudagin klokkan 17 føroyska tíð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder