So stórur favorittar sum ongantíð fyrr í undankappingardysti og so sannførandi sum so sjálvdan fyrr.
Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum var miðvíst, hugflorsríkt og til tíðir av álvara flúgvandi. Føroyar fóru av álvara frá Kosovo út á fyrra hálvleik, og serliga Óli Mittún var flúgvandi í dag. Nummar 78 var toppskjútti, hevði flest upplegg og tók sum heild høga stigi úr GOG-blusuni við í landsliðsblusuni.
![]()
Kosovo hevði risa trupulleikar við at steðga Óla Mittún - tað eydnaðist í roynd og veru ongantíð veurliga (Myndir: Sverri Egholm)
Systkinabarnið úr Kiel stjórnaði føroyska spælinum meistaraliga stóran partin av tíðini, skoraði øll brotskøstini púra trygt og vengurinir fingu nógv at arbeiða við. Leivur Mortensen, harra hundrað prosent, skoraði uppá øll síni seks skot, og Hákun West av Teigum skoraði sjey ferðir. Füchse Berlin-vongurin hevði onnur, hann burdi skorað uppá, eins og nakrir aðrir, men Hákun vísti aftur sítt virði fyri liðið.
20-13 í steðginum, og sigurin kom als ikki í vanda. Heldur tvørturímóti. Eftir nakrar frálíkar fyrstu minuttir eftir steðgin, fór munurin uppum tíggju mál. Hetta millum annað takkað verið stinnari og hugsvnari verju - men tað gjørdist skjótt slakari, og takkað verið brendum uppløgdum møguleikum, fór munurin niður niður á sjey mál aftur.
Tó ein góð byrjan: Tvey stig, flott og sannførandi spæl ofta - kundu fingið minst 45 mál - og høgt sjálvsálit undan dystinum í Montenegro sunnduagin klokkan 17. Fleiri spælarar vórðu eisini spardir í løtum og kunnu taka sær nakað av løttum í morgin undan fráferð úr Føroyum fríggjadagin
Portalurin og FM1 vera við á ferðini - meira seinni
Undankapping til EM 2028
1. umfar - mikudagin 4. november
Føroyar - Kosovo 37-30 (20-13)
Toppskjútti og dagsins spælari: Óli Mittún 8 mál (8 skot) + 8 upplegg
Føroyar eru í løtuni á odda í bólkinum. Ungarn og Montenegro spæla í 1. umfari í Ungarn hóskvøldið. Føroyar spæla í Montenegro sunnudagin klokkan 17 føroyska tíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald