Annað

Ari aftur í barndómsfelagnum

Eftir bert hálvt ár í EB/Streymi vendur Ari Ó.Ellingsgaard heimaftur til ÍF.

Ari Ó Ellingsgaard saman við formanninum í ÍF, Dan Petersen
(Mynd: if.fo)

Ari Ó Ellingsgaard saman við formanninum í ÍF, Dan Petersen (Mynd: if.fo)

2018-07-07 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

25-ára gamli Ari Ó.Ellingsgaard skifti undan kappingarárinum frá niðurflutta barndómsfelagnum, ÍF.  Álopskendi leikarin fór at royna seg í EB/Streymi.

Nú vendir Ari heimaftur eftir 14 dystir og tvey mál í EB/Streyma-troyggjuni. Heimasíðan hjá ÍF boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt eina avtalu við Ari, ið er galdandi fyri restina av kappingarárinum.

Ari hevur millum annað spælt átta U21-landsdystir fyri Føroyar, og nú skal hann hjápa ÍF í royndini at lyfta seg uppaftur í bestu deildina. Í løtuni liggur ÍF nummar tvey í 1.deild við 33 stigum.

Fyrr í dag varð greitt, at EB/Streymur fær nýggjan álopskendan leikara í hópin. Talan er 19-ára gamla Aksel Bjartalíð Danielsen, ið er leiðagur úr KÍ

Les meira. EB/Streymur leigar úr KÍ


(Kelda. Faroe Soccer og if.fo) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder