Í síðstu viku kundu fleiri miðlar, millum annað vit, frá góðum keldum skriva, at ein føroysk landsliðsstjørna var á veg til donsku meistararnar.
Keldur: Elias Ellefsen á Skipagøtu skal til Aalborg næsta summar
Nú kunnu vit staðfesta, at ein avtala er uppá pláss millum Aalborg og Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Fleiri keldur í norðurevropeiska hondbóltsheiminum fortelja, at partarnir hava skrivað undir, og at Aalborg Håndbold fer at almannakunngerða 24-ára gamla hoyvíkingin skjótt.
Vit kunnu ikki endaliga staðfesta sáttmálalongdina, men summar keldur vilja verða við, at talan er um minst trý-ára avtalu - tað vil siga, at avtalan verður galdandi til umleið 2030.
Sáttmálin hjá Eliasi á Skipagøtu við THW Kiel gongur út á sumri 2027. Síðani flytur føroyingurin til Norðurjútlands.
Aalborg Håndbold hevur verið í Champions League Final Four tvær ferðir seinastu trý árini og í finaluni í fremstu evropeisku kappingini tvær ferðir síðani 2021. Liðið er verandi danskur meistari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald