Hondbóltur

Útvið hundrað føroyingar vera á áskoðaraplássunum í Moldova

Umframt nevndarlimir úr føroysku feløgunum, eru starvsfólk hjá ymiskum fyritøkum og fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í Chisinau. Føroyar og Moldova bresta saman í morgin klokkan 17.

Nógvir føroyingar uttanfyri flogvøllin í Chisinau (Mynd: Sverri Egholm)

Nógvir føroyingar uttanfyri flogvøllin í Chisinau (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-28 14:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Chisinau, Moldova (Portalurin): Moldova liggur mitt millum Rumenia og Ukraina í Eysturevropa. Hetta er ikki eitt stað, har nógvir føroyingar vanliga vitja, men seint leygarkvøldið var flogfarið úr Føroyum til Chisinau nærum fullfermt.

Sí eisini: Lendu í Moldova á miðjari nátt

Umframt nevndarlimir í ymisku føroysku feløgunum, eru starvsfólk hjá ymiskum fyritøkum og fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í moldoviska høvuðsstaðnum. 

Talan er um sonevnda formanstúrin: Eina ferð um árið, tá manslandsliðið spælir á útivølli, verða forfólk og onnur í føroysku feløgunum bjóðaði við, og tískil eru nógv umboð við.

- Hetta er øðiliga stuttligt, og man kemur veruliga í samband við tey í hinum nevndunum og fólki úr FSF, staðfestii Jan Vestergaard, formaður í FC Hoyvík, við FM1 fyri løtu síðani.

[object Object]
Jan Vestergaard, formaður í FC Hoyvík (Mynd: Sverri Egholm)

9'arar, sjálvsálit og FC Hoyvík í Moldova

Sí eisini: Keflavík - Berlin - Chisinau: Aron Benjaminsen er loksins lendur í Moldova

Harvið fara nógvir føroyingar, sum nú taka sær av løttum í at stuðla og rópa á Zimbru leikvøllinum týskvøldið. Har er pláss fyri umleið 10.000 áskoðarum, men tað verður ikki fullsett har í morgin

Føroyar og Moldova spæla í morgin, týskvøldið 29. september klokkan 17 føroyska tíð. FM1 og Portalurin hava nógv tilfar í dag og í morgin

Myndir: Bert nakrir vóru at síggja til venjing á grasinum í Moldova

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder