Annað

Arsenal keypir Sokratis Papastathopoulos

Verjuleikarin verður keyptir úr týska stórfelagnum Borussia Dortmund.

2018-07-03 09:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Enska stórfelagið Arsenal hevur keypt grikska verjuleikaran Sokratis Papastathopoulos frá Borussia Dortmund.

29 ára gamli Sokratis kemur til felagið í London fyri áleið 16 milliónir pund, og hevur skrivað undir langtíðarsáttmála.

Sokratis, sum fer at bera nummar 5 á rygginum, er triði leikarin, sum nýggi venjarin Unai Emery keypir til felagið. Emery hevur longu keypt høgra bakkin Stephan Lichtsteiner úr Juventus, málmannin Bernd Leno úr Bayer Leverkusen, og felagið manglar bert smálutir til at verjukendi miðvallarin Lucas Torreira skiftir úr Sampdoria. Torreira skiftir væntandi so skjótt sum hann er liðugur í HM, har hann spælir fyri Uruguay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder