Fótbóltur

Arsenal og Everton nærkast venjaraloysnum

Bretskir miðlar skriva, at italskur stórvenjari og hjálparvenjarin hjá Guardiola eru stórfavorittar til tøku arbeiðini í Premier League.

Carlo Ancelotti, ið hevur drúgvar royndir sum venjari, er settur í samband við venjarastarvið í Everton (Mynd: EPA)

Carlo Ancelotti, ið hevur drúgvar royndir sum venjari, er settur í samband við venjarastarvið í Everton (Mynd: EPA)

2019-12-17 13:40 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Arsenal og Everton hava í eina tíð leita eftir nýggjum venjara, eftir at ávikavist Unai Emery og Marco Silva vóru uppsagdir.

Nú skriva bretskir miðlar, at bæði liðini eru tætt við at finna eina loysn.

Tað ljóðar at nýggi venjarin hjá Arsenal verður fyrrverandi Arsenal leikarin og núverandi hjálparvenjarin hjá Pep Guardiola í Manchester City Mikel Arteta. Bretskir miðlar skriva, at umboð fyri Arsenal vóru á vitjan hjá Arteta í húsum hansara í Manchester fyrrakvøldið.

37 ára gamli Mikel Arteta spældi við Arselal frá 2011 til 2016, og hevur síðan 2016 verið hjálparvenjari hjá Pep Guardiola í Manchester City.

Bretskir miðlar skriva eisini at Everton eru samdir við stóra italska vejaranavnið Carlo Ancelotti, ið hevur vant feløg sum Juventus, AC Milan, Chelsea, PSG, Real Madrid, Bayer München og seinast Napoli, har hann var uppsagdur í síðstu viku.

Everton hevur tó avsanna at nøkur semja er gjørd, og sigur at Duncan Ferguson tekur sær av dystinum í Carabao Cup mikukvøldið ímóti Leicester.    

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder