Fótbóltur

Ásla fer nú til Svøríkis at royna seg

Eftir fimm ár í donskum fótbólt skal liðskiparin á føroyska landsliðnum nú spæla í bestu svensku deildini. Ásla Johannesen hevur skrivað undir eitt-árs sáttmála við Piteå IF.

Frá Jútlandi til Norðursvøríki - føroyski vinstri bakkurin hevur skift felag (Mynd: Sverri Egholm)

Frá Jútlandi til Norðursvøríki - føroyski vinstri bakkurin hevur skift felag (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-18 15:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon var við frá byrjanini hjá Farum/FC Nordsjællandi við kvinnufótbólti í 2018 og var við at spæla liðið upp í bestu donsku deildina. Síðani skifti føroyski vinstri vongurin/bakkurin til AGF á sumri 2021, og helt fram sum yrkisspælari í bestu deildini. Eftir eitt og eitt hálvt ár í Aarhus hevur Ásla Johannesen valt nýggjar leiðir.

Heimasíðan hjá AGF skrivaði fyrrapartin, at Ásla hevði valt at skift, nú sáttmálin gekk út, og at hon í eitt og eitt hálvt ár hevði spælt ein stóran leiklut á liðnum, har hon altíð hevði givið 100 prosent og eisini givið nógv til at styrkja um mentanina í felagnum. 

Ásla Johannesen sigur sjálv við agf.dk, at hon er ógvuliga fegin um tíðina í AGF og í Aarhus, og at hon framhaldandi fer at fylgja væl við - úr Svøríki.

[object Object]
Ásla Johannesen - saman við Juliu Naomi Mortensen - í AGF 

Tað er í grannalandinum, at liðskiparin á føroyska landsliðnum nú fer at royna seg. Hon hevur nógvar royndir í altjóða fótbólti og úr donskum fótbólti, og nú er besta svenska deildin á skránni. 

Piteå IF skrivar í dag, at felagið hevur gjørt eitt-árs sáttmála við føroyska liðskiparan. 26-ára gamla Ásla Johannesen sigur við heimasíðuna, at hon sær tað sum eitt fet upp at spæla í Svøríki, og at hon gleðir seg at búgva í einum heldur minni stað, har fólk eru opin og vinarlig. Ásla metir, at eisini at talan er um eitt støðugt lið, ið hevur havt sama venjara í tólv ár.

Piteå endaði í fjør á 7. plássi í bestu svensku deildini. Tað er í miðjuni - 14 lið eru í Damallsvenskan. Piteå er ein býur við beint undir 25.000 íbúgvum norðaliga í Svøríki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder