placeholder
Kappróður

Avlýsa vestanstevnuna

Vestanstevnan, sum skuldi vera um vikuskiftið í Sandavági, er avlýst. Kappróðurin verður kortini.

Kappróðurin á vestanstevnu verður hóast sjálv stevnutiltøkini eru avlýst (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kappróðurin á vestanstevnu verður hóast sjálv stevnutiltøkini eru avlýst (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-12 22:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vestanstevnan í Sandavági, sum skuldi vera um vikuskiftið verður av ongum.

Eftir tilmæli frá helsumyndugleikunum verða vit tíverri noydd at avlýsa Vestanstevnuna í ár, skrivar Sandavágs Ítróttafelag í fráboðan í kvøld.

Lagt verður afturat, at kappróðurin kortini verður. Hetta verður lýst nærri um.

Kappróðurin á vestanstevnu verður triðseinasti róðurin í ár. Norðoyastevnan varð avlýst fyrr í summar, og tann róðurin skal avgreiðast vikuskfiti áðrenn ólavsøkuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder