Vikuliðið fyri 13. umfar í fremstu donsku mansdeildini í hondbólti er sett, og tveir føroyingar eru á tí:
Jóhan á Plógv Hansen hjá Skanderborg AGF er høgri vongur, og Óli Mittún úr GOG er spælskipari.
![]()
Mynd: Tophåndbold Herrer
Báðir skoraðu níggju mál: Óli 9/10 í tryggum heimasigri móti Bjerringbro-Silkeborg, har hvirluvindurin varð toppskjútti og gjørdi onkur serliga flott mál.
Jóhan á Plógv Hansen var eisini toppskjútti við níggju málum - hevði ellivu skot - tá Skanderborg AGF óvæntað vann í Aalborg: 29-27 til Jóhan og teir móti donsku meistarunum.
![]()
![]()
Flottu tølini hjá føroyingunum, sum eru frammarlaga í bestu donsku deildini (Mynd: Tophåndbold Herrer)
Í løtuni er GOG greitt oddalið í grundspælinum: Liðið av Fjóni er ósigrað við 25 stigum, og seks stig eru niður til Aalborg - Óli Mittún hevur átt risastóran leiklut í hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald