Fótbóltur

B36 aftur undir luppin í FSF

Kappingarnevndin ella aganevndin hjá FSF skal taka støðu til, um B36 skal hava revsing fyri at brúka sama leikara í trimum deildum sama leikumfar. B68 hevur kært.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-05 17:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri viku síðani var tað manglandi leikari á dómaraseðlinum hjá B36, sum elvdi til nógva miðlaumrøðu. Nú er tað fyri at hava spælt ólógliga við leikara.

Tá bleiv tað til eina bót upp á 10.000 krónur. Spurningurin er hesaferð, um tað verður ítróttalig revsing.

Bolt.fo skrivaði í gjárkvøldið, at 17 ára gamli Tobias Hansen, sum sunnudagin fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá B36, hevði longu frammanundan um vikuskiftið longu spælt tveir dystir. Báðir vóru leygardagin og vóru við 1. deild og U17.

Heimasíðan bolt.fo vísir til, at reglugerðin sigur, at tað ikki er loyvt at spæla við trimum deildum sama leikumfar.

B68, sum tapti dystin í Betri deildini 3-1 móti B36, hevur sambært bolt.fo kært málið til FSF, og nú skal kappingarnevndin ella aganevndin taka støðu til, hvat víðari skal henda.

Dømi eru um, at lið eru dømd at tapa í málum, sum minna um hetta. 

Verður B36 dømt at tapa dystin, kemur av álvara spenningur í stríðið um fjórða plássið og nógvu evropamilliónirnar, tí so eru EB/Streymur og teir hvítu úr Gundadali javnir í stigum.

B68 hevur brúk fyri øllum stigum í stríðnum fyri at yvirliva í deildini, og trý stig kunnu í síðsta enda verða munurin á niðurflyting ella ikki.

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 59 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 43 stig
4. B36 33 stig
5. EB/Streymur 30 stig
6. 07 Vestur 22 stig
7. AB 20 stig
8. NSÍ 19 stig
9. B68 17 stig
10. Skála 8 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder