Annað

B36 er nú sloppið av landinum

Mjørkin í Vágunum fekk SAS at avlýsa túrin, sum havnarliðið skuldi við.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-03 10:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

B36 spælir hósdagin seinna dystin í móti St. Joseph’s úr Gibraltar. Havnarliðið skuldi av landinum í gjár, men mjørkin í Vágunum fekk SAS at avlýsa túrin, sum B36 skuldi við.

B36 valdi tú at flúgva í Atlantic Airways, og JN.fo skrivar, at felagið slapp avstað við flogfarinum úr Vágunum um eitt tíðina í nátt.

B36 fer fyrst til Keypmannahavnar, har liðið hevur venjingar í dag og í morgin. Síðani gongur feðirn til Gibraltar, har dysturin verður spældur hósdagin.

Fyrri dysturin, sum varð spældur hósdagin í seinastu viku, endaði við 1-1 javnleiki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder