Um vikuskifti er Sundalagsstevna í Hósvík. Nakað frá Hósvík er leikvøllurin við Margáir, sum í kvøld verður karmur um fyrsta dystin í 10. umfari og í næsta triðinginum í Betrideildini.
Tað er B36, ið er á vitjan. Í fjør spældu EB/Streymur og B36 tveir dystir á Eiði. Árstalsfelagið vann báðar (2-1 og 4-0), men í 2018 vann EB/Streymur 3-2, tá liðini hittust har. Í 2017 fekk EB/Streymur, sum uppflytari, ein málleysan javnleik á heimavølli móti B36. Hin dysturin millum liðini við Margáir endaði 1-2.
Liðini hittust fyri júst tveimum vikum síðani í Gundadali. Tá vann B36 greiðan 4-1 sigur uttan at heilt folda seg út. Liðið hjá Jákupi á Borg er eisini stórfavorittur í kvøld, men EB/Streymur hevur, sum víst er á omanfyri, givið B36 veruligar trupulleikar í fýra útav fimm heimadystum seinastu árini, og sunnudagin var liðið hjá Jákup Martini Joensen bert fáar minuttir frá at fáa javnleik, tá Víkingur vitjaði.![]()
Víkingur kláraði akkurat ikki at halda Víkingi sunnukvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)
Um B36 vinnur, so er liðið javnt við HB í stigum. Oddaliðið er stórfavorittur á Skála í morgin og hevur betri málúrttøku enn B36, men fyri teir í hvítum og svørtum hevur tað nógv at siga at verða heilt við í oddastríðnum og at halda gongdini við fullum stigatali móti liðum úr niðaru hálvu. EB/Streymur skal stríðast fyri at koma longur burtur frá niðurflytingarstrikuni.
Vit eru til staðar í kvøld og dagføra beinleiðis frá dystinum og hava myndir frá honum. Aftaná seinasta bríksl taka vit samanum og gera samrøður.
10. umfar í Betrideildini:
Fríggjadagin 26.06
(19.00): EB/Streymur - B36
Sunnudagin 28.08
(15.00): ÍF - TB
Skála - HB
Víkingur - KÍ
(17.15): AB - NSÍ
Støðan:
1. HB (22 stig)
2. NSÍ (20 stig)
3. KÍ (20 stig)
4. B36 (19 stig)
5. Víkingur (14 stig)
6. ÍF (13 stig)
7. EB/Streymur (7 stig)
9. TB (6 stig)
8. AB (4 stig)
10. Skála (1 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald