Hondbóltur

Nógvar uttan endaspælsroyndir úttiknar til EM-fyrireikingardystir í Eysturríki

Sum heild hava tær sjey ógvuliga lítlar ella ongar A-landsroyndir. Av profilunum eru Súna Hansen og Lív Zachariasen ikki tøkar vegna skaðar. Føroyar spæla tvær ferðir móti Eysturríki seinni í mánaðinum.

Rakul Borgarlíð Joensen og Ró Reginsdóttir hava gamaní spælt ungdómsendaspæl - nú fáa spennandi bakspælararnir høvi at sýna seg fram í dystum stutt undan EM-endaspæli (Mynd: EHF)

Rakul Borgarlíð Joensen og Ró Reginsdóttir hava gamaní spælt ungdómsendaspæl - nú fáa spennandi bakspælararnir høvi at sýna seg fram í dystum stutt undan EM-endaspæli (Mynd: EHF)

2026-10-08 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum byrjaðu, tá venjingarlega var í Føroyum í farna mánaða.

Myndir: Hondbóltskvinnur partur av bygdamyndini seinastu dagarnar

Tá var talan um ein stóran hóp, ein bruttohóp. Nú hevur Claus Mogensen úttikið 16 spælarar til teir báðar fyrstu dystirnar, síðani EM-plássið kom í hús í apríl.

Talan er um tveir venjingardystir í Eysturríki. Vertirnir skulu eisini til EM-endaspælið í desember, so talan burdi verið um góða sparring.

Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober, dystirnir verða spældir 22. og 24. oktober, og nú er greitt, hvørjar eru tiknar út:

Málverjar:
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)

Bakkar:
Silja Geirsdóttir Eystberg, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN)
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL)
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL)

Hondbóltssamband Føroya skrivar, at afturat hesum luttaka Lukka Arge og Maria Halsdóttir Weyhe úr H71 í venjingunum 18. og 19. oktober.

Í mun til hópin, er áhugavert at sjey av teimum úttiknu ikki hava verið til A-endaspæl áður. Og av teimum er tað bert Fríða Nolsøe Olsen, sum hevur spælt A-landsdyst.

Nógvar ungar, sum hava verið rundanum á ymsan hátt, skulu skjótt av álvara royna seg móti Eysturríki. Ein upplagdur pallur av vísa seg undan EM-endaspælinum.

Súna Krossteig Hansen er í gongd við endruvenjing eftir trupulleikar hennara við knænum. Bakspælarin og profilurin er framvegis í ivasamari EM-støðu. Tað átti Lív Bentsdóttir Zachariasen ikki verið, hóast stinni verjuspælari breyt fingurin til venjing í Føroyum fyri tveimum vikum síðani

Sí eisini: Súna slapp við skrekkinum - men framvegis ivamál um EM

Av føstum spælarum til endaspølini higartil, er Bjarta Johansen burtur (givin), og Elsa Egholm og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen eru fyribils givinar at spæla hondbólt.

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe hevur eisini verið føst á landsliðnum seinastu árini. H71-spælarin er tó nakað darvað av einum skaða, so man hevur valt at grva H71-profilinum frí hasa vikuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder