Hondbóltur

Aleksandar Lacok aftur á landsliðnum eftir langtíðarskaða

Tá undankappingin til EM 2028 byrjar fyrst í november, hava Føroyar aftur málverjugreipuna, sum var við at vinna bólkin í seinastu EM-undankapping. Málverjin, sum vanliga verður róptur Sasha, er tøkur aftur eftir skaða í knæðnum.

Aleksandar

Aleksandar "Sasha" Lacok og Pauli Jacobsen í Kosovo í mai 2025. Tá spældu Føroyar seg til EM-endaspælið, sum var í Oslo. Kosovo vitjar við Tjarnir 4. november, tá nýggj EM-undankapping byrjar - tá vera bæði Sasha og Pauli við (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-08 15:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin varð hópurin hjá hondbóltslandsliðnum við monnum til fyrstu uppgávuna í undankappingini til EM 2028 kunngjørdur.

Føroyar spældu seg í mai til pláss í HM 2027, við tveimum sigrum á Bosnia, men áðrenn HM er á skránni verður farið undir undankapping til næsta endaspæl aftur.

Sum vit vístu á fyrr í dag, er sum so einki óvæntað við úttøkuni.

Pauli Høj er fyri fyrst avloysarin hjá Róa Berg Hansen til annað plássið á vinstra vongi. Hann er uppvaksin í Neistanum men spælir nú við í bestu norsku deildini við Bergsøy Jákup Egholm úr danska Ringsted man nú vera tann, sum er tættast við at bjóða av. 

Sí eisini: Rói Berg Hansen undan sínum seinasta landsdysti: - Havi havt nøkur fantastisk ár og eri takksamur

Pætur Mikkjalsson hevur seinastu árini verið fastur maður, og eisini tá tríggir strikuspælarar hava verið við. Samstarvið millum sterka strikuspælaran og Team Sydhavsøerne, felagið í næstbestu donsku deildini, slitnaði fyri tveimum vikum síðani. Pætur skal eisini gerast pápi skjótt, og Helgi Hildarsson Hoydal er hesaferð við sum ein av trimum.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipgøtu er við aftur, í mun til seinast, meðan Pætur Mikkjalsson verður heima hesaferð (Mynd: Sverri Egholm)

Á málverjuplássunum er eisini ein broyting, í mun til røkkstøkkdystirnar móti Bosnia&Hersegovina.

Aleksandar Sasha Lacok fekk álvarsaman skaða í knæðið seint í 2025 og var harvið ikki við til EM-endaspælið í Noreg og ei heldur til HM-røkkstøkkdystirnar. 

Ávikavist Tórður Guttesen og Tóraldur Kollsker vóru avloysarar, men seinastu tíðina hevur "Sasha" aftur spælt í Sveis, og spennandi málverjin er tøkur at vera í málverjugreipu við Paula Jacobsen aftur.

[object Object]
Aleksandar Sasha Lacok bjargar brotskasti í Amsterdam. Hann hevði týðandi leiklut í nøkrum løtum av EM-undandystunum seinast, tá Føroyar vunnu bólkin (Mynd: Sverri Egholm)

Í bakketuni er einki óvanligt. Í roynd og veru er tó ein stór broyting, í mun til dystirnar móti Bosnia: Elias Ellefsen á Skipagøtu verður aftur at síggja á landsliðnum í november. Spælskiparin hjá THW Kiel, sum skiftir til Aalborg næsta summar, var skaddur í mai, men burdi nú verið birgur at taka stór tøk fyri Føroyar, sum skulu byrja undankappingina við nøkrum stigum.

Hópurin til fyrstu EM-undandystirnar:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, IFK Skövde HK (SWE)
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (SUI)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Århus Hånbold (DEN)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Pauli Mittún, HC København (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, TTH Holstebro (DEN)
Ísak Vedelsbøl, HØJ (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, H71 (FAR)

Vengur:
Pauli Høj, Bergsøy (NOR)
Leivur Mortensen, HF Karlskrona (SWE)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

1. umfar - mikudagin 4. november
19.00: Føroyar - Kosovo

(Ungarn og Montenegro spæla dagin eftir)

2. umfar - sunnudagin 
Kosovo - Ungarn
17.00: Montenegro - Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder