Annað

B36 og KÍ góðan møguleika at koma víðari

Eftir 1-1 í fyrstu dystunum skulu KÍ og B36 nú royna at spæla seg víðari í Evropa League.

Lukasz Cieslewicz skoraði fyri B36 í Gundadali í fyrru uppgerðini. Í kvøld skal B36 skora minst eina ferð á Gibraltar
(Mynd: Sverri Egholm)

Lukasz Cieslewicz skoraði fyri B36 í Gundadali í fyrru uppgerðini. Í kvøld skal B36 skora minst eina ferð á Gibraltar (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-05 09:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnu dystirnar í Evropa League Preliminary Round verða leiktir í kvøld. Tey bæði føroysku liðini standa fínt í mun til at koma víðari.

B36 skal vinna ella spæla málríkan javnleik á Gibraltar. Hjá KÍ vil ein málleysur javnleikur í Gundadali geva víðari luttøku; ein sigur sendur sjálvandi eisini klaksvíkingar víðari.

KÍ hevur tað betra útgangsstøði, meðan B36 hevur lættari móttstøðulið á pappírinum. Tað var eitt vónbrot hjá Jákup á Borg og hanara monnum at spæla 1-1, og geva eitt útivallarmál burtur í Gundadali. Men í B36 vita teir, at møguleikin av álvara er har ímóti St Joseph's. B36 skal skora á Gibraltar, har liðið er komið eftir nakrar seinkingar.

Klaksvíkingar gjørdu tað væl á Malta, og fingu eitt umráðandi mál ímóti endanum av dystinum; fyrsta málið á útivølli í evropeiskum fótbólti hjá felagnum. Nú kann KÍ aftur skriva søgu við at koma víðari í Evropa fyri fyrstu ferð. Hetta er motiverandi fyri KÍ-hópin, og nú fara mennirnir hjá Mikkjali Thomassen av álvara eftir tí í "2.hálvleiki".

Hjá B36 er Andrias Eriksen ivasamur. Hjá KÍ er Marko Dusak ikki tøkur. 

Dysturin hjá B36 kann møguliga stroymast; hetta er ikki greitt enn. Uppgerðin ímillum KÍ og Birkirkara kann stroymast á stroymingarpallinum hjá FSF.

Vit eru til staðar í Gundadali í kvøld, og fylgja eisini við gongdini á Gibraltar.

17.00: St Joseph's - B36 (1-1)

19.00: KÍ - Birkirkara (1-1)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder