Fótbóltur

B68 og Villiam Klein hava gjørt sáttmála

Stóri og sterki áleyparin skoraði í fjør 13 mál fyri Undrið og hevur spælt í 1. deildd seinasti árini. Hann hevur í vetur vant við á Svangaskarði, og nú er sáttmáli, sum er galdandi fyri 2023, komin burturúr.

- Eg havi nú í tveir mánaðir vant við her á Svangaskarði, og føli eg, at hetta er rætta staðið hjá mær at mennast, sigur Villiam Emil Klein, ið her sæst saman við høvuðsvenjaranum Jákup á Borg (Mynd: Tofta Ítróttafelag)

- Eg havi nú í tveir mánaðir vant við her á Svangaskarði, og føli eg, at hetta er rætta staðið hjá mær at mennast, sigur Villiam Emil Klein, ið her sæst saman við høvuðsvenjaranum Jákup á Borg (Mynd: Tofta Ítróttafelag)

2023-01-18 13:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sterki og bólttryggi álposleikarin Villiam Klein hevur í dag undirskrivað sáttmála við B68.

Soleiðis skrivar Facebook-síðan hjá B68 í dag, nú ein nýggjur spælari endaliga er komin uppá pláss á Svangaskarði, har hann seinastu tíðina hevur vant við og víst seg fram.

- Eg havi nú í tveir mánaðir vant við her á Svangaskarði, og føli eg, at hetta er rætta staðið hjá mær at mennast. Umstøðurnar eru framúr, og hópurin hevur tikið sera væl ímóti mær, sigur Villiam Klein viđ B68-síðuna.

Villiam Emil Klein er havnarmaður og er uppvaksin í HB, men hevur hann eisini umboða FC Hoyvík B36 og Undrið. Hann hevur seinastu árini spælt mest í 1. deild, og hevur hann skorað javnt av málum fyri havnarfeløgini. Samanlagt hevur stóri áleyparin skorað  37 mál í 88 dystum í 1.deild - í fjør gjørdist talan um 13 mál í 24 dystum fyri Undrið

Eisini hevur nýggi áleyparin hjá B68 eitt hattrikk í steypakappingini. Hetta skeyt hann fyri FC Hoyvík á Skála í juli 2020.

Sáttmálin millum Villiam Emil Klein og B68 er galdandi fyri kappingarárið 2023. Toftamenn hava eisini fingið Jørgen Nielsen úr NSÍ til álopspartin, og hava fingið ein annan spælara sum skoraði nógv mál í 1. deild í fjør, Jónas Warner úr B71. Umframt hetta hevur B68 styrkt seg við Alexi Mellemgaard og Ragnari Samuelsen. 

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder