Annað

Badminton: Gull, silvur og bronsu við heim

Um vikuskiftið hava føroyskir badmintonleikarar luttikið í kapping í Danmark.

Miriam í Grótinum og Rúni Øster vunnu gull í blandaðum tvímansleiki í A-bólkinum

Miriam í Grótinum og Rúni Øster vunnu gull í blandaðum tvímansleiki í A-bólkinum

2021-11-29 08:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hevur føroyski landsliðshópurin í badminton luttikið í kapping í Højbjerg, ið liggur stutt uttanfyri Århus.

Kappingin var á A og B-stig og skipað í innleiðandi puljum í bæði einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Tí fingu teir 15 leikararnir úr Føroyum eisini nógvar dystir í part.

Í blandaðum tvímansleiki vunnu føroysku leikarnir fleiri heiðursmerkir, meðan tey eisini fingu fleiri spennandi dystir í einmansleiki og tvímansleiki.

Í B-bólkinum vóru tvey føroysk pør í finaluni, har Hákun Sigvardsen og Sanna Thorkildshøj (gull) vunnu á Rúni M. Simonsen og Johonnu Højsted (silvur).

Í A-bólkinum vunnu Magnus Dal-Christiansen og Mia Thorkildshøj bronsu, meðan Rúni Øster og Miriam Í Grótinum vunnu gull í eini tættari finalu í trimum settum ímóti donskum pari.

Landsliðshópurin fór til Danmarkar fyri at fáa góða kappingarvenjing, og kom hann heim aftur við fleiri heiðursmerkjum. Vant verður fram ímóti altjóða kappingum til várs og Føroyaleikirnar komandi summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder