Tríggjar venjingar á Tórsvølli í síðstu viku við heimligu landsliðsspælarunum, umframt U21-landsliðsspælarum og øðrum. Í dag var fyrsta veruliga venjingin hjá úttikna hópinum til avgerandi dystirnar móti Slovakia og Moldova.
Útisetarnir vóru komnir heim - summi seinnapartin. Tó vantaði ein í.
Ari Olsen var úttikin til kappingardystir á fyrsta sinni, men ein vøddaskaði í dysti fyri Vendsyssel gjørdi, at Aro noyddist at geva avboð.
Fótbóltssamband Føroya staðfestir, at Eyðun Klakstein í staðin hevur úttikið Ása Dam úr HB. Talan er um bakkin, ið Ari Olsen avloysti í mun til seinasta landsliðsvindeygað.
Venjingin á vøllinum var ein stóran tíma, har nógvir fingu ferð á. Serliga teir sum ikki hava spælt dyst í november.
Fleiri av teimum, sum høvdu dystir kring Evropa um vikuskifti, vandu bert inni: Styrki, á súkklu umframt við vøddaviðgerða. Teir vóru Samuel Chukwudi, Géza Dávid Turi, Adrian Justinussen og Hanus Sørensen. Andrias Edmundsson, Mattias Hellisdal, Áki Samuelsen, Martin Agnarsson og Gunnar Vatnhamar vóru partvíst á vøllinum. Teir síðstnevndu vóru longst við á graslíkinum.
Video: Geza Turi við frekum máli í FA Cup-vend
Fótbóltsmenninir halda á við fyrireikingunum til seinastu Nations League-dystirnar í morgin, týsdagin klokkan 16. Tá møta spælararnir, sum eru farnir heim nú, aftur. Og tá kann væntast, at størsti parturin venur saman á vøllinum.
Føroyar spæla í Slovakia fríggjakvøldið klokkan 19.45. Farið verður av landinum mikumorgunin - FM1 og Portalurin vera við á ferðini og dekka dystirnar, har Føroyar spæla um møguligt uppflytingarpláss, tætt
-------------------------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar
(Moldova - Kasakstan)
6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar
(Kasakstan - Slovakia)
Støðan:
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald