Kappróður

Bara 15.000 metrar eftir

Síðani í morgun hevur Vermund Vestergaard róð, og málið er 100.000 metrar. Nú er ikki langt eftir á mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-02-18 15:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vermund Vestergaard fór á rógvimaskinuna í framsýningarhølunum hjá Bilrøkt í morgun klokkan 9, og síðani hevur hann róð góðar 75.000 metrar.

Orsøkin er Eydnudeildin, sum hann ynskir at seta sjóneykuna á.

[object Object]

Higartil hevur hann róð í seks tímar, og fyri løtu síðani byrjaði Jens Marni Hansen at spæla nøkur løg.

Øll eru vælkomin út á Bilrøkt í Stiðjagøtu 3 í Havn, men tað er ikki at liggja á boðunum, tí tað gongur skjótt móti málunum, sum er 100.000 metrar.

Mett verður at hann verður liðugur at rógva um hálvgun fimm tíðina.

Til ber at fylgja við á stroymingini omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder