Fótbóltur

Bendtner liðugur í FCK

Danski áloyparin umhugsar at seta gaggurnar á hillina, nú hann ikki fær nýggja sáttmála við donsku meistararnar.

Nicklas Bendtner umhugsar nú at gevast sum yrkisleikari (Mynd: EPA)

Nicklas Bendtner umhugsar nú at gevast sum yrkisleikari (Mynd: EPA)

2019-12-17 11:46 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Nicklas Bendtner kom í hesum kappingarárinum til FCK, har hann fekk sáttmála til fyrsta januar. Men tað hevur ikki gingist so væl hjá Bendtner í FCK, har tað ikki eydnaðist honum at vinna fast pláss á liðinum.

Og nú kunngerð FCK á heimasíðu síni at fyrrverandi Arsenal og landsliðsáloyparin ikki fær nýggjan sáttmála við donsku meistararnar.

31 ára gamli Nicklas Bentner umhugsar nú at gevast sum yrkisleikari.

-Nú ætli eg mær at hugsa meg væl um, fyri at finna útav um eg skal royna eitt nýtt ævintýr í fótbóltsheiminum ella um eg skal gevast sigur Bendtner.  

Bendtner skeyt eitt mál fyri FCK í níggju dysum, tað var ímóti FC Nordsjælland í steypakappingini.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder