Fótbóltur

Bendtner til FCK

Gjørt sáttmála fyri restina av árinum við donsku meistararnar.

(Mynd: Fck.dk)

(Mynd: Fck.dk)

2019-09-02 23:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Donsku meistararnir hava gjørt sáttmála við Nicklas Bendter. Sáttmálin við FCK er galdandi restina av árinum.

Hetta skrivar FCK á heimasíðuni, skriva danskir miðlar.

Skiftandi tíðin hjá áleyparanum í norska Rosenborg er sostatt av, og mikudagin skal Bendtner venja við nýggju liðfeløgunum í Keypmannahavn.

- Tá eg var 16 ár, og fór heimanifrá, var nógv eg ikki visti. Men eg visti í øllum førum, at eg ynskti at venda aftur til K.B og FCK ein dag. 15 ár seinni kann eg siga, at tað kennist enn størri, enn eg hevði doymt um, skrivar Bendtner á sínum Instagram-vanga.

- Eg veit, at hetta er ein serstakur møguleiki, og eg fari at gera alt fyri at taka av honum næstu fýra mánaðirnar, skrivar hann.

Bendtner skiftir til FCK nú báðir áleypararnir Jonas Wind og Dame N’Doye, dragast við skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder