Føroyameistarastevna og Juniormeistarasetvna á stuttgeil 2026 er í Svimjihøllini í Gundadali um vikuskiftið.
Byrjað var í morgun, og kappast verður síðani við innleiðandi og JM um morgunin og FM-finalum um kvøldið, fram til og við sunnukvøldið.
Sum nakað nýtt ber til at stroyma FM á stuttgeil á stroymingapallinum Portal Play.
Hoyr Anniku Olsen, forkvinnu í Svimjhisambandinum greiða frá her
Til at keypa atgongd til allar finalurnar undir einum við passi til FM á stuttgeil 2026. Kostnaðurin er 119 krónur. Eisini ber til at keypa sær einstøk finalukvøld fyri 59 krónur fyri hvørt.
Fyrsta finalukvøldið verður í kvøld, fríggjakvøld, frá klokkan 17. Setanin byrjar klokkan 16:45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald