2018-07-02 10:35
Leygardagin boðaði B36 frá, at felagið hevur longt um sáttmála hjá málverjan Trygva Askham til 2020. Í gjár varð boðað frá, at Bjarni Petersen eisini leingir sáttmálan til 2020.
B36 skrivar á heimasíðu síni, at hóast sín unga aldur er fryntligi verjuleikarin ein royndur leikari. Bjarni fekk sín fyrsta dyst í bestu deildini í 2015, umframt at hann eisini hevur verið partur av U17, U19 og U21 landsliðinum ígjøgnum árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald