Fótbóltur

Bjartalíð boðsendur fyri Meinhard

Meinhard Olsen verður ikki nóg birgur til landsdystir í næstum, og verður tí ikki við ímóti Eysturríki og Skotlandi. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Jóannesi Bjartalíð úr KÍ.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-10-06 23:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson leggur í hesum døgum seinastu hond á fyrireikingarnar til tann fyrra av dystunum, sum eru á skránni í hesum umfarinum. Leygardagin kemur Eysturríki á vitjan, og týsdagin verður spælt móti Skotlandi.

Men venjarin verður noyddur at síggja burtur frá Meinhardi Egilsson Olsen til komandi dystir. Meinhard hevur ein lítlan skaða at dragast við, og metingarnar siga, at hann neyvan verður nóg birgur til landsdystir næstu dagarnar.

Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Jóannesi Bjartalíð úr KÍ. Jóannes er ikki ókendur í landsliðshøpi, og hevur higartil spælt 15 A-landsdystir fyri Føroyar.

Atgongumerkjasølan til HM-undankappingardystirnar móti Eysturríki og Skotlandi hevur gingið væl, og higartil eru næstan 4.000 atgongumerki seld til dystin móti Eysturríki, og nakað meir eru seld til dystin móti skotum. Á Tórsvølli er pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum.

Sí eisini: Hannes Agnarsson: - Hetta er ótrúliga stuttligt at prøva

Sí eisini: Hallur Hansson: - Vit eru øgiliga spentir


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder