Fótbóltur

Taka hópin til týðandi uppgávur út mánadagin klokkan 10

Føroyar spæla í Slovakia fríggjadagin 13. november og á Tórsvølli móti Moldova mánadagin 16. november, klokkan 15. Nakrir eru tøkir eftir, tá Føroyar fara eftir 2. plássinum - FM1 sendir frá úttøkuni í morgin.

Eyðun Klakstein fer í morgin at seta nøvn á teir, ið skulu við til seinastu dystirnar í 2026 (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakstein fer í morgin at seta nøvn á teir, ið skulu við til seinastu dystirnar í 2026 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-01 10:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir og fýra javnleikir síðst í september og fyrst í oktober, tá føroysku fóbóltsmenninir spældu tvær ferðir móti Kasakstan (1-1 og 2-2), úti móti Moldova og heima móti Slovakia (báðir 1-1).

Nú í november eru tveir teir seinastu dystirnir í Nations League-bólkaspælinum 2026 á skránni. Fyrst vitja Føroyar slovakiska oddaliðið, fríggjakvøldið 13. november, og síðani vitjar Moldova mánadagin 16. november.

Hesin, mest sannlíkt avgerandi dysturin um 2. plássið, byrjar longu klokkan 15, tí hann skal vera samstundis sum dysturin í Kasakstan, ið er fimm tímar framanfyri.

[object Object]
Áki Samuelsen, sum spældi fyrstu kappingardystirnar við A-landsliðnum fyri stuttum, í dysti í Moldova. Júst Moldova vitjar um 15 dagar (Mynd: Sverri Egholm)

Liðið, ið endar á 2. plássi, skal í mars spæla tveir dystir um uppflyting til Deild B. Hetta hevði verið spennandi fyri Føroyar. 

Til tess krevst møguliga ikki meira enn javnleikur afturat, men man vil og skal fara eftir sigrum í Nations League.

Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar

(Moldova - Kasakstan)

6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova

(Kasakstan - Slovakia)

Støðan: 
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig 
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig

Fleiri av føstu spælarunum í 2025, og undanfarin ár, vóru ikki tøkir seinast. Har eru framvegis spælarar úti við langtíðarskaðum, men Jákup Biskopstø Andreasen man fara at vera á listanum hesaferð, og Meinhard Egilsson Olsen er eisini byrjaður inni seinastu dystirnar hjá NSÍ. 

Meira ivasamt er, hvat René Shaki Joensen viðvíkur, men fjølbroytti spælarin kom inn fyri KÍ í teimum báðum seinastu dystunum. Eyðun Klakstien og toymi hava eitt sindur fleiri at velja í aftur.

Av teimum, sum vóru við seinast, er Heini Vatnsdal ikki tøkur hesaferð vegna skaða.

Úttøkan verður í morgin, mánadagin 2. november, klokkan 10.00. FM1 sendir beinleiðis frá tíðindfundinum - her og á frekvensunum kring landið. Portalurin verður eisini á staðnum

Hópurin hjá A-landsliðnum til fyrstu fýra dystirnar í Nations League

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Ari í Haraldsstovu Petersen, ÍBV (Ísland) 

Verjuspælarar:
Gunnar Vatnhamar, Vejle (Danmark)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (Italia) - hevði leikbann í Kasakstan, tá Arnbjørn Svensson var við ístaðin
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Chukwudi, SV Reid (Eysturríki)
Heini Vatnsdal, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (Danmark)
Ási Dam, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Miðvallarar:
Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki) *
Emil Weihe Joensen, NSÍ Runavík
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Hanus Sørensen, NK Aluminij (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki)
Poul Kallsberg, Hillerød (Danmark)

(Aron Benjaminsen legðist afturat eftir fyrsta dystin)

Áleyparar:
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Rúnason Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Jørgen Nielsen - kom við eftir avboð frá skadda Páll Andrasson Klettskarð

U21-landsliðið hevur ongan dyst eftir í ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder