Fótbóltur

Bogi hevur eisini skrivað undir við EB/Streym

Liðið hjá Sigfríði Clementsen hevur nú tryggjað sær, at hin miðvallarastríðsmaðurin, sum kom til felagið seinasta vetur, heldur fram í 2023.

Bogi Reinert-Petersen í dysti móti einum av sínum fyrrverandi feløgum sínum, Víkingi. Hann spældi 22 dystir fyri EB/Streym í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Bogi Reinert-Petersen í dysti móti einum av sínum fyrrverandi feløgum sínum, Víkingi. Hann spældi 22 dystir fyri EB/Streym í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-18 22:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið var greitt, at Dánjal Godtfred eisini spælir við í EB/Streymi í 2023, og í kvøld hevur felagið kunngjørt, at makkarin á miðvøllinum teir flestu dystirnar í fjør, Bogi Reinert-Petersen, eisini hevur longt sáttmálan 

- Bogi hevur verði ein fongur síðani hann kom til felagið, ein sterkur og hart arbeiðandi miðvallari, ið vit eru sera glað fyri. Í EB/Streymi eru vit samstundis sera fegin at enn ein profilur hevur valt at halda fram

Fuglfirðingurin kom, eins og vágbingurin, til EB/Streym síðsta vetur. Hann var ein lyklaleikari hjá felagnum og spældi tilsamans 22 dystir og skoraði tvey mál. Miðvallarin misti nakrar dystir vegna skaða og leikbann, men tá hann spældi, var hann fastur á miðvøllinum, og EB/Streymur stóð seg sum heild væl.

Nýggi sáttmálin hjá Boga Reinert-Petersen er galdandi fyri 2023. Hann fyllur 30 ár um ein mánaða og hevur spælt samanlagt 168 dystir í Betrideildini, umframt tólv steypadystir og fýra evropeiskar dystir. Bogi hevur áður umboðað barndómsfelagið ÍF, Víking og HB í fremstu røð, umframt at hann hevur umboðað Kolding IF í triðbestu donsku deildini og Vejle á ungdómsstøði. 

[object Object]
Jógvan í Skorini og Bogi Reinert-Petersen eftir at eitt-ára sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: EB/Streymur)

Tøl: Faroesoccer og Transfermarket

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder