Oyggjaleikir 2023

Myndir: Nær við, men ikki nóg nær

Fleiri tættar fjórðingsfinalur í borðtennis, men onki heiðursmerki í tvímans- og -kvinnuleiki heldur.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-13 20:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í borðtennishøllini í Guernsey vóru tvíleikir fyri menn og kvinnur á skránni í dag.

Og hóast onkrir dystir vóru sera tættir, eins og í gjár, so eydnaðist tað heldur ikki í dag at spæla fram til heiðursmerki.

Tvey pør av hvørjum kyni vóru við í dag.

Fróði Fríðason Jensen og Albert Weihe Wolfsberg náddu fram til fjórðingsfinaluna har teir máttu lúta fyri einum pari frá Guernsey. Áðrenn tað høvdu teir vunnið 3-1 á einum pari frá Isle of Wight.

Hallur Thorsteinsson og Ári Fráson Jensen máttu gevast eftir 1/8 partsfinaluna, tá teir taptu móti einum øðrum pari frá Guernsey.

Hjá kvinnunum náddu bæði pørini fram til fjórðingsfinalurnar, har tær taptu. Eftir fyrst at hava vunnið á einum pari av Manoy, máttu Britt Michelsen og Henrietta Nielsen lúta fyri Karlinannguaq Lundblad og Juliane Schmidt úr Grønlandi, meðan Durita Fríðadóttir Jensen og Anja Wongwai, eftir fyrst at hava vunnið á einum pari úr Hetlandi, mátti lúta fyri einum út Guernsey.

Nærmast einum hálvfinaluplássi vóru Britt og Henrietta, tí hóast tær taptu 0-3, so var dysturin ógvuliga javnur, 15-17, 14-16 og 11-13. Vanliga verður spælt upp í 11 í borðtennis, men dysturin skal tó avgerast við tveimum stigum í yvirtali, so øll settini fóru í ‘longda leiktíð’.

Í morgin er blandaður tvíleikur á skránni. Føroyar luttaka við fýra pørum: Henrietta Nielsen saman við Albert Weihe Wolfsberg, systkini Durita Fríðadóttir og Fróði Fríðason Jensen, Britt Michelsen og Hallur Thorsteinsson og Henrietta Nielsen og Albert Weihe Wolfsberg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder