Fótbóltur

Føroyar spæla í Slovakia fríggjakvøldið: Nú byrja fyrireikingarnar við hópinum av álvara

Vera nærri at venja við fullum hópi í dag og týsdagin - mikudagin gongur leiðin til Slovakia. Mánadagin 16. september vitjar Moldova til seinasta og avgerandi dystin hjá fótbóltsmonnunum í Nations League-bólkinum.

Meinhard Egilsson Olsen, longst til vinstru, og Jákup Biskopstø Andreasen, longst til høgru, eru aftur á landsliðnum eftir skaðar. Jóannes Bjartalíð spældi allar fýra dystirnar í september og oktober (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Meinhard Egilsson Olsen, longst til vinstru, og Jákup Biskopstø Andreasen, longst til høgru, eru aftur á landsliðnum eftir skaðar. Jóannes Bjartalíð spældi allar fýra dystirnar í september og oktober (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2026-11-09 07:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skulu Føroyar spæla røkkstøkk-dystir um uppflyting til Deild B í Nations League ella heilt víst verða verandi í næstniðastu deildini?

Hetta fáa vit svar uppá um eina viku, tá Føroyar og Moldova spæla á Tórsvølli í síðsta umfari í bólkinum. Ókeypis atgongd er fyri áskoðarar. Tað er tó neyðugt at skráseta seg áðrenn. Áðrenn vikuskifti høvdu longu yvir 2.000 áskoðarar skrásett seg. Hetta staðfesti Fótbóltssamband Føroya fríggjadagin.

Sí eisini: Ókeypis landsdystur: - Vilja hava so nógv sum gjørligt á Tórsvøll at stuðla

Hópurin varð úttikin mánadagin. Hetta við fýra broytingum frá hópinum, sum endaði seinasta landsliðsvindeygað.

[object Object]
Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, og Jóannes Bjartalíð, ein av teimum úttiknu. Føroyar spældu fýra javnleikir - av fýra møguleikum - fyrr í heyst (Mynd: Sverri Egholm)

Hoyr eisini: Eyðun Klakstein ikki nøgdir við úrtøkuna higartil

Síðani hava spælararnir úr heimligu kappingini vant tríggjar ferðir á Tórsvølli. Hetta saman við U21-landsliðsspælarum og øðrum, sum hava verið ella eru kring U-landsliðini.

Útisetarar høvdu dystir um vikuskifti, men eru á veg, ella eru komnir, til Føroya. Fleiri venja við í dag klokkan 16 í dag, tá Eyðun Klakstein savnar troppararnar aftur á Tórsvølli - og tað man verða við fullum hópi ella harum, at Føroyar eisini venja týsdagin klokkan 16 

Mikumorgunin 11. november gongur leiðin til Slovakia, har føroysku menninir skulu royna seg fríggjakvøldið 13. november klokkan 19.45. 

Portalurin og FM1 vera við á ferðini og hava nógv meira tilfar úr landsliðsleguni hesa vikuna 

-------------------------------------------------------------------

Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar

(Moldova - Kasakstan)

6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar

(Kasakstan - Slovakia)

Støðan: 
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig 
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig

Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder