
18. umfar í Betri-deildini varð skotið í gongd fríggjakvøldið, tá KÍ og HB brustu saman í oddadysti á Summarfestivalinum, og EB/Streymur vitjaði í Gundadali. HB vann umráðandi dystin við Djúpumýru, og B36 misti sigurin á stokkinum.
Tvær ferðir uppá eina viku hevur B36 mist dýrabær stig, og tað ger, at NSÍ og Víkingur seinnapartin hava møguleikan at økja um munin í stríðnum um Evropa. Úrslitið í Klaksvík hevur eisini við sær, at Eysturoyðarliðini kunnu nærkast KÍ.
Til hesi tingini krevjast sigrar í dag; NSÍ er á heimavølli við Løkin, har Suðringar vitja, og Víkingur vitjar á Skála. TB/FCS/Royn kemur frá einum góðum javnleiki móti B36, og hevur í løtuni eina góða frástøðu til AB og 07 Vestur. Skála framdi eitt gott avrik í Gundadali móti oddaliðnum sunnudagin, men tað rakk ikki til stig. NSÍ er komið frálikt út eftir summarsteðgin: Ein sigur á Ólavsøku móti HB og ein stórsigur á EB/Streymi fyri viku síðani. Víkingur hevur vunnið fimm ferðir á rað.
AB skal til Sørvágs, har sannur botngysari er á skránni. Bæði 07 Vestur og argjamenn hava væl upp til strikuna; í løtuni sær út til at bæði ÍF og B68 flyta upp. Liðini hava sera trupult við at fáa stig; í 1. umfari deildu tey stigini á Argjum. Alt er uppá spæl, og hjá báðum er ein sigur eitt krav í dag.
18.umfar:
Runavík
|
15:00
|
|||
Skála
|
15:00
|
|||
Sørvágur
|
16:00
|
(faroesoccer.com)
Fríggjakvøldið 10/8:
KÍ - HB 0-1(0-0)
0-1: Ari Mohr Olsen
B36 - EB/Streymur 2-2(1-1)
0-1 Andras Olsen
1-1 Kaimar Saag
2-1 Benjamin Heinesen
2-2 Arnbjørn Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald