Fótbóltur

Noreg hevur fótbóltsræði í Norðurlondum: Haaland avgjørdi móti Danmark

Noreg var omaná í undirhaldandi Nations League-dystinum á Ullevaal. Erling Haaland skoraði tvær ferðir og hevur nú 64 mál í 56 A-landsdystum. Talan var um fyrsta sigurin hjá Noreg á dønum í yvir 24 ár.

Nummar níggju hjá Noreg var aftur í kvøld í góða mál-lagnum (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

Nummar níggju hjá Noreg var aftur í kvøld í góða mál-lagnum (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

2026-09-24 21:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Huglagið kring manslandsliðini í Danmark og Noreg eru ógvuliga ymisk í løtuni. Eftir nógv tung ár er Noreg nú greitt sterkast í Skandinavia. Tað varð staðfest við fjórðingsfinaluplássinum í HM-endaspælinum í summar og aftur sligið fast í kvøld, tá Danmark vitjaði á Ullevaal í Oslo. 

Danmark og Noreg eru í sama Nations League-bólki í ovastu deildini. Menninir hjá Ståle Solbakken settu seg á dystin, og eftir 18 minuttir var longu 2-0. Oscar Bobb og Eling Braut Haaland skoraðu málini, og norska spælið fleyt væl, meðan menninir hjá Brian Riemer ikki vóru verluga við og gjørdu stór mistøk.

Danir svarðau tó eftir. Mikkel Damsgaard minkaði um munin í 25. minutti, og eina løtu eftir steðgin vóru gestirnir betri. Rasmus Højlund javnaði eftir ein tíma og hevði eisini góðan møguleika at skora til 2-3.

[object Object]
Damsgaard og liðfelagarnir stríddu seg inn í dystin aftur og vóru omaná eina løtu - men samanumtikið var Noreg betri í Osli (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

Men so tók Noreg yvir aftur, og tað var - sjálvandi - Erling Haaland, sum skoraði sigursmálið. Hetta var eftir góða hornasamanseting, har danska verjan svav.

Mál nummar 64 í 56 A-landsdystum hjá óhugnaliga vandamikla Manchester City-áleyparanum. Nærum ør tøl.

Noreg var nærri 4-2 enn Danmark var 3-3, og hóast man í Danmark er rímiliga nøgdur við aftursvari, er aftur sjálvsrannsakan. Enn eitt tap í kappingardysti. Samstyndis fegnast norðmenn um ein góðan álopskendan dyst og fyrsta sigurin á grannunum fyri vestan síðani í 2002. Liðini hava nú spælt sjey dystir síðani.'

Hetta var fyrsta umfar í bólkinum, har Portugal og Wales eisini eru. Portugal vann 1-0 á Wales í hinum dystinum í kvøld - Joao Fleix skoraði málið í Lissabon. Sunnudagin vitjar Portugal í Oslo, meðan Danmark tekur ímóti Wæles.

Føroyar fara í gongd við Nations League leygardagin klokkan 17, tá Kasakstan vitjar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder