Hondbóltskvinnulandsliðið hevur seinastu dagarnar verið partur av bygdamyndini í Vági, og í gjár var millum annað teambuilding.
Hetta er sum partur av fyrireikingunum til EM-endaspælið í Póllandi, sum verður í desember.
Hondbóltskvinnurnar spæla fríggjadagin og leygardagin innanhýsis venjingardystir á Eiði. Leygardagin verður møguleiki hjá børnum at fáa autograf.
Ein av spælarunum í hópinum er Agatha Djurhuus, sum er úr Vági.
Sí myndir, sum Bjartur Vest tók av teambuilding mikudagin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald